Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin (savnsmynd)
Ein venjingardystur var leiktur í kvøld í Klaksvík.
NSÍ var á vitjan í Klaksvík. Niðurflytarnir ímóti Føroyameistarunum. Og sum skilst úr Klaksvík, so var ta eisini KÍ sum stóð fyri tí allarmesta í fyrra hálvleiki, og skeyt eisini 3 mál. Málini skutu Páll Klettskarð (2) og Odmar Færø. Seinni hálvleikur gjørdist eitt sindur javnaðari og fekk NSÍ eisini eitt mál, sum Jógvan Højgaard skeyt.
Men sum skilst, so vóru ljósviðurskiftini rundanum vøllin ikki meir enn næstbest, og var tað onkuntíð ein avbjóðing hjá leikarunum.
KÍ liðið: Jónas á Hædd – Olaf K. Hansen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, René S. Joensen, Mads B. Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Kronberg.
Seinni komu hesir inn: Jóhan Jacobsen, Símin Kalsø, Jákup N. Vilhelmsen, Óli Ey. Poulsen, Deni Pavlovic, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Tóki á Lógv og Jóhan Josephsen.
NSÍ liðið: Kristian Joensen – Mórits Heini Mortensen, Meinhard D. Geyti, Atli Petersen, Andri Benjaminsen – Sølvi Sigvardsen, Áron Høj, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen – Hans Marius Davidsen, Steffan Løkin
Seinni komu hesir inn: Yehor Korytsky, Mamuka Toronjadze, Jógvan Højgaard, Teitur Knudsen og Meinhard F. Janusarson.
