Gøtunes skal landa í Norra

Mynd: Eysturoyarportalurin

Gøtunes, sum hevur roynt sunnaliga í føroyskum sjógvi, er ávegis til Måloy í Norra, har teir skulu landa gott 2.600 tons av svartkjafti.

Teir vænta at vera inni seint seinnapartin í morgin, og byrja at landa beinanvegin.