StÍF vann á Team Klaksvík í dag

Mynd: StÍF (savnsmynd)

Mennirnir hjá StÍF vunnu í dag í høllini á Skála 28-25 ímóti Team Klaksvík.

Hálvleiksstøðan var annars 13-14 til Team Klaksvík. Men í seinna hálvleiki spældu StÍF mennirnir nógv meira sannførandi og stóðu seg betur í verjuni og vunnu tískil til endans ein greiðan sigur.

Toppskjúttar hjá StÍF í dag vóru Pætur Ó. Barcley við 7 málum og Pætur Johansen við 4 málum.