Myndir: KVF
KVF veit at siga í morgun, at Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri 25 mió. kr.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at nýggi bygningurin, sum verður gjørdur til Rásina, verður 450 fermetrar og tekur tvífalt so nógvar næmingar sum skúlin tekur nú.
Uppskot um tað er sent til hoyringar.
Í dag er pláss fyri 7 næmingum. Næmingatalið fer, eftir útbyggingina, upp í 14.
Kelda: KVF



