Skúlagongdin mikudagin 8. februar í Eysturkommunu

Skúlin í Eysturkommunu boðar frá í kvøld, at í morgin, mikudagin 8. februar verður eingin skúlagongd kl. 08.00, vegna veður.
Víðari í fráboðanin sigur skúlin, at løtuni sær út til at veðrið loyvir bussinum at fara úr Syðrugøtu kl. 09.00, so at skúlagongdin kann byrja kl. 09.45. Tó er ein ávís óvissa, um hetta kann lata seg gera.

Nærri kunning verður á heimasíðu skúlans skeyk.fo áðrenn kl. 08.00, sigur skúlin at enda.