Lyklaleikari hjá B68 skaddur

Mynd: B68

Sambært Bolt.fo, so er ein av lyklaleikarunum hjá B68 skaddur eftir, at hava brotið eitt bein í fótinum.

Miðilin Bolt.fo veit víðari at siga, at hann óivað missir landskappingardystirnar áðrenn fyrsta landsliðssteðgin. Teir dystirnir eru móti HB, Víkingi og KÍ.

Boubacar Dabo er 25 ára gamli, áleypari/miðvallari og sambært FaroeSoccer skoraði hann 7 mál í 25 landskappingardystum í fjør.