Meinhard E. Olsen – “Eg ætli at leggja nógv fyri í ár”

Myndir: Carl Sandin/ Kristiansund BK/ Drammens Tidende

Ein av okkara evnaríku fótbóltsútisetum, er fyrrveranandi NSÍ ungdómsleikarin og núveranandi Mjøndalen IF leikarin Meinhard Egilsson Olsen.

Eysturoyarportalurin hevur tosa við Meinhard, og spurt hann um hvussu fyrireikinginar ganga til nýggja kappingarárið og hvussu tað annars gongur hjá honum og lítlu familjuni í Norra.

Meinhard sigur, at tað gongur væl til venjing, og hann er í nógv betri form nú enn hann hevur verið leingi. Hann hevur nú verið skaðafríur í eitt longri tíðarskeið og tað merkist eisini væl á kroppinum.

Teir hava havt 7-8 venjingar um vikuna fyrsta mánaðan, harumframt at teir eisini havt leikt dystir.

Í morgin, 11. Februar, er ein sokallað “føroyingaruppgerð”, tá Mjøndalen IF skal leika ímóti Fredrikstad FK, í hevur Mikkjal Thomassen sum høvðusvenjara og landsliðsliðfelagir Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson í hópinum. Hetta eru tvey lið, sum bæði siga seg vilja flyta upp í Tippeligaen, so tað verður ein áhugaverd mótstøða vit møta, sigur Meinhard.

Meinhard í GAIS

Meinhard sigur eisini, at hann er byrjaður uppá hægri lesnað á universitetinum í Drammen, við síðurnar av fótbóltinum, og lítla familjan trívist sera væl í býnum.

Nógv er hent í Mjøndalen IF síðani hann kom til felagið fyri líka yvir einum árið síðani. Bæði leikháttur, venjari (Kevin Nicoll) og hópur er alt nýtt. Tí er tað nógv, sum hann nú skal læra av nýggjum og seta seg inn í. Men tað er ein spennandi tíð, sigur hann.

Meinhard í Kristiansund BK

Meinhard hevur 2 ár eftir av sáttmálanum við Mjøndalen IF, og ætlar hann at hetta kappingarárið verður skal tað besta higartil hjá honum. Hann ætlar sær at leggja nógv fyri í ár. Eisini eru spennandi landsliðsdystir á skránni, sum hann má verða til reiðar til, um so er, at boð eru eftir honum.

Síðsta kappingarár leikti hann 31 dystir, skeyt 7 mál og legið upp til 5 mál fyri Mjøndalen í OBOS-ligaen.

Meinhard hevur verið víða um, hóast sín unga aldur. Hann sleit sínar barnaskógvar við Løkin í Runavík, áðrenn boð vóru eftir honum í Danmark og Vendsyssel FF. Hann hevur síðani umboða norsku feløguni Kristiansund BK og Bryne FK, og svenska høvðustaðarfelagið GAIS. Í millum hesi, hevur hann eisini umboða B36 í tveimum førum.