Í Skáa 10. mars 2006
John Kjærbo eystan Á:
Tann 5. november 1976 kom vaktarskipið Tjaldrið fram á skotska trolaran M/T
Japonicu A 524 úr Aberdeen, sum fiskaði innan fyri 12 fjórðinga fiskimarkið norðan
fyri Føroyar. Hetta var fyrstu ferð, at Tjaldrið tók veiðitjóv, men enn hevði Tjaldrið
ikki fingið politimyndugleika, og tí bar ikki til at handtaka skipið. Greitt verður her
frá, tá ið Japonica varð tikin, og tá málið kom fyri rættin.
Rakt verður við Japonicu
Fríggjamorgunin 5. november 1976 kom Tjaldrið fram á ein skotskan trolara á Mýlingsgrunninum.
Vakthavandi stýrimaður á Tjaldrinum varnast kl. 05.00 eitt ekkó á radarinum, sum vísir seg at vera
0,9 sm innan fyri sjómarkið, 4,6 sm frá Tjaldrinum. Tískil verða staðfestingar tiknar av ekkóinum
(trolaranum) við stuttum millumbili. Skiparin á Tjaldrinum verður nú varskógvaður, og kl. 05.05 er
hann komin á brúnna.
Skiparin yvirtekur leiðsluna og gevur boð um, at øll manningin skal purrast út, og kl.
05.20 eru allir mans komnir á brúnna. Hetta er at kalla ein søgulig løta, tí hetta er fyrstu ferð, at eitt
føroyskt verjuskip tekur ein útlendskan trolara. Kl. 05.33 er Tjaldrið komið upp á síðuna á
trolaranum. Navn og nummar verður kannað, og vísir trolarin seg at vera A524 Japonica úr
Aberdeen. Tað verður nú ”observerað” frá Tjaldrinum, at trolið er úti, báðir veirar ganga afturút og
niður í sjógvin.
Kl. 05.38 setur Tjaldrið seg í samband við Japonicu um vhf-sendaran og biður um
positión, og er staðfestingin hjá Japonicu samsvarandi staðfestingini hjá Tjaldrinum, 2,2 sm innan
fyri 12 fjórðinga fiskimarkið. Hetta verður alt fest á band. Kl. 05.41 verður Japonica biðin um
nýggja positión, og støðan er tann sama sum við fyrru staðfesting.
Nú kemur knappliga lív í á dekkinum umborð á Japonicu. Sligið verður úr, og byrjað
verður at hála. Tá ið lemmarnir eru komnir at borði, verður positión enn einaferð tikin av Japonicu,
og nú vísir tað seg, at Japonica er 2,3 sm innanfyri. Frá tí at Japonica slær veirarnar úr og byrjar at
hála, og til trolið er á borði, ganga 15 minuttir. Kl. 05.58 setur trolarin fulla ferð á motorin kós 300
stig rættvísandi, meðan posi og forvongur hanga uttanborða. Japonica verður biðin um at steðga,
men aktar ikki boðini.
Tjaldrið boðar nú Japonicu frá, at trolarin hevur fiskað ólógliga innan fyri fiskimarkið,
og at ákæra verður reist móti honum av myndugleikunum fyri brot á tær lógir og reglugerðir, sum
galda fyri fiskiskap undir Føroyum.
Tjaldrið, sum var komin til landið í julimánaði sama ár sum fyrst bygda vaktar- og
bjargingarskip til føroyingar, hevði ikki fingið nakran politimyndugleika og enn minni nakra kanón,
so har bar ikki til at gera annað enn at lata Japonicu sigla sín egna sjógv.
Annar trolari tikin
Longu aftur tann 21. nov., t.e. tríggjar vikur seinni, kemur Tjaldrið fram á næsta bretska trolaran,
sum royndi ólógliga, A319 Ben Meidie. Men meðan Japonica royndi innan fyri 12 fjórðinga
fiskimarkið á Mýlingsgrunninum og tí kundi verið handtikin, um Tjaldrið hevði havt
politimyndugleika, hevði hetta ikki kunnað latið seg gjørt í hesum førinum, tí Ben Meidie royndi á
einum øki uttan fyri fiskimarkið, sum var stongt fyri fremmandari veiðu sambært fiskiveiðisáttmála
millum Føroyar og tey lond, sum eru von at veiða undir Føroyum. Málið hevði ikki kunnað komið
fyri rætt í Føroyum, men hevði verið latið myndugleikunum í heimlandinum. Í hesum føri hevði tað
sambært sáttmála verið Bretland.
Tó so, longu um summarið 1977 kom Tjaldrið fram á sama trolara, sum fiskaði
innanfyri suður úr Akrabyrgi. Men nú hevði Tjaldrið fingið politimyndugleika, og tí bar til at taka
trolaran við til lands.
Tjaldrið kom á Havnina við Ben Meidie 27. august. Málið varð lagt fyri í Føroya rætti,
og har játtaði tann 40 ára gamli skiparin, Arthur Rind, seg sekan í at hava fiskað ólógliga og tók við
eini bót upp á 70.000 kr.
Fingu kanón
Hesar báðar hendingar settu ferð á til at fáa skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni
politimyndugleika. Og í juni 1977 fingu Tjaldrið og Dagstjørnan kanón umborð og myndugleika til
at taka skip, sum ikki hildu galdandi lóg .
Tíðindi í bretskum blað
Um hetta skrivar bretska fiskivinnublaðið Fishing News í juni 1977 (her endurgivið í Dagblaðnum í
føroyskari týðing):
“Sjóverjuskipini Tjaldrið og Dagstjørnan verða nú útgjørd við kanónum, og er hetta ein liður í
ætlanum um at styrkja verjuna av 200 fjórðinga fiskimarkinum, sum kom í gildi 1. januar 1977.
Kanónirnar, sum kosta uml. 100.000 kr. hvør, eru nýggjasta týpa av Oerlikonslagnum 20 mm og
bera uml. 5000 metrar.
Tjaldrið varð bygt í Noregi í fjør sum ein kombinatión av vaktarskipi og havgangandi
sleipibáti. Tað hevur longu prógvað sítt virði við fleiri bjargingartiltøkum og við at geva ávaringar
til veiðitjóvar. Men skipið hevur higartil ikki havt myndugleika til handtøku. Hesin myndugleiki er
nú givin í serligari lóg, ið er staðfest av danska fólkatinginum.”
Málið lagt fyri rættin
Vit venda aftur til málið um Japonicu. – Sama dag kl. 12.30 kom Tjaldrið á Havnina. Umborð komu
leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni Hjalgrím Bech og næstovastin á Marinustøðini Tony
Larsen. Skiparin á Tjaldrinum Eyðbjørn Lervig gav frágreiðing um tað, sum var farið fram á
Mýlingsgrunninum sama morgun.
Málið varð nú lagt fyri Føroya rætt, og Føroya rættur tók avgerð í málinum tann 17.
nov., og úrskurðurin varð, at Japonica skuldi takast, um hon kom í føroyskan sjógv ella føroyska
havn. Reiðaríið hevur gjøgnum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Oddmar Skarðhamar, fingið
boð um úrskurðin hjá Føroya rætti.
Reiðaríið hjá Japonicu gav nú boð um, at skiparin vildi vera hjástaddur, tá ið málið
kom fyri í rættinum, og samstundis settu teir 165.000 kr. í veð.
Fríggjadagin 28. januar 1977 kom málið fyri í Føroya rætti, og møttu skiparin
Raymond Charles og róðursmaðurin Paul Waterstone saman við Mr. Small frá reiðarínum í
rættinum. Ákæran varð lisin upp, men Raymond Charles noktaði seg sekan og greiddi frá, at hann
ikki hevði verið á brúnni í hálvanannan tíma, tá ið Tjaldrið kom fram á Japonicu. Áðrenn hann fór
niður og legði seg, skrivaði hann róðursmanninum á ein lepa, hvørja kós hann skuldi fylgja, meðan
hann trolaði. Sambært fyriskipanini skuldi hann sigla í ein rætthyrning, men róðursmaðurin
misskilti boðini, soleiðis at hann eftir decca-tólinum sigldi frá punktinum 22 til 2 í staðin fyri øvut,
tí fór trolarin av kósini og móti fiskimarkinum.
Ógreiðar knattstøður
So kom Tjaldrið og bað um knattstøðuna. Skiparin greiddi víðari frá, at róðursmaðurin kom niður
og vakti seg við teimum boðum, at Tjaldrið bað teir kanna knattstøðu trolarans. Hann fór beinleiðis
á brúnna, men hann helt ikki, at tær støður, hann gav Tjaldrinum, vóru eftirfarandi, tí hann hevði
verið so skakaður av at vera komin so nær fiskimarkinum. – Síðan vórðu sjó- og decca-kort kannað
saman við tveimum serkønum í málinum, Hjalgrími Bech og Tony Larsen, og tá kom fram, at
støður skiparans kundi liggja bæði innan fyri og uttan fyri fiskimarkið, tí allar skeringar fullu ikki
saman.
Misskiljing
Fyrsta vitni var róðursmaðurin á Japonicu Paul Waterstone. Hann greiddi frá, at hann var
einsamallur á vakt um morgunin 5. nov. Hann hevði fingið bæði skrivligar og munnligar
fyriskipanir frá skiparanum, um hvør kósin skuldi vera. Hesar hevði hann misskilt og var tí farin av
kósini. Hann meinti tó ikki, at teir vóru innanfyri, tá ið Tjaldrið kom, og helt tí í fyrstani, at Tjaldrið
bert skuldi kanna, hvat fyri skip lá har. Men tá ið Tjaldrið bað hann kanna knattstøðuna, fór hann
niður og vakti skiparan, tí sjálvur var hann ikki heilt vísur í, hvar teir vóru staddir.
Brúktu nýggjar radarar
Skiparin á Tjaldrinum Eyðbjørn Lervig greiddi frá, at hann fyrrnevnda morgun varð vaktur av
stýrimanninum, tí teir á radaranum høvdu sæð eitt skip, sum teir meintu var ein trolari innan fyri
markið. Kl. 05.33 var Tjaldrið hjá Japonicu. Eyðbjørn Lervig segði, at sambært kanningum teirra
var Japonica 2,10 fjórðingar innan fyri markið. Kanningar vórðu gjørdar við einum sokallaðum
true-motion-radara. Hetta er eitt nýtt slag av radarum; við teimum ber tað til at lesa støðuna hjá
einum skipi beinleiðis. Eyðbjørn Lervig segði, at trolarin byrjaði at hála kl. 05.43. Kl. 05.58 fór
hann at sigla úteftir, og kl. 06.10 var hann 0,20 fjórðingar uttan fyri fiskimarkið.
Fundurin útsettur
Tá ið liðugt var at avhoyra skiparan á Tjaldrinum, segði Raymond Charles, at tað hevði verið
ómøguligt hjá Japonicu at sigla soleiðis, sum fyrrnevndi segði. Japonica, sum er 17 ára gomul, siglir
í mesta lagi 9,5-10 sm, segði skiparin. Hann legði aftur at, at hann ikki kundi sigla hesar 2
fjórðingar eftir so stuttari tíð. Dómarin mátti tí biðja teir báðar, Hjalgrím Bech og Tony Larsen,
rokna hetta út. Fundurin varð so útsettur til dagin eftir.
“Tann fysiski veruleikin”
Morgunin eftir varð úrslitið av útrokningunum lagt fyri rættin. Sambært tí hevði trolarin verið heilt
uppi á 12,6 míla ferð. Ákærin Franz Cohn segði, at slík tøl um sigling úr einum stað í annað
ongantíð eru heilt neyv. Hann segði, at talan var um 11 ymiskar støður tann tíman, ið Tjaldrið var
hjá Japonicu. Víðari segði hann, at ein skipari, ið veit, at hann er so nær markinum, eigur
annaðhvørt sjálvur at vera uppi á brúnni ella sigla burtur frá markinum, um eingin annar umborð er
førur fyri at halda rætta kós. Eisini eigur hann at síggja til, at fyriskipanir hansara eru nóg greiðar. Í
verjurøðuni segði Halgir W. Poulsen, at ikki bar soleiðis til at avnokta “tann fysiska veruleikan”.
Streymurin var harður henda morgunin á Mýlingsgrunninum, segði hann. Og tí var Japonica rikin
longri inneftir teir 15 min., ið teir hálaðu. Hann vísti á, at fyri at hava siglt sambært teimum tølum,
ið skiparin á Tjaldrinum gav, skuldi ferðin havt verið 12 míl um tíman, og Japonica siglir í besta
lagi 10. Víðari sigur Halgir W. Poulsen, at um Japonica hevur trolað ólógliga, er talan um gáloysni
og eitt óhapp. At Raymond Charles er komin alla leið til Føroya fyri at greiða rættinum frá hesum,
prógvar, at hann hevur verið fyri einum óhappi. At enda mælti hann til, at bótin skuldi vera so nær
lágmarkinum 30.000 kr. sum møguligt, og hald skuldi bert verða lagt á veiðuna, sum trolarin hevði
fingið til 5. nov. Japonica helt á við fiskiskapinum aftan á hendingina bæði vestan fyri Mykines og í
Norðsjónum.
Thi kendes for ret …
Tann 29. jan. 1977 fall dómur í málinum. Raymond Charles varð dømdur at gjalda 60.000 kr. í bót
ella sita í fongsli í 60 dagar. Umframt bótina skuldu 20.800 kr. gjaldast fyri reiðskap og 68.500 fyri
veiðu. Hald varð lagt á alla veiðuna. Raymond Charles skal eisini gjalda verjanum 2.500 kr. Sostatt
skuldi Japonica gjalda 151.800 kr. til samans.
Hetta árið –1977 – var sanniliga eitt ár, tá ið nógvir bretskir trolarar vórðu tiknir bæði
fyri at fiska innan fyri mark og fyri ov smáar meskar. Eftir hetta gjørdust teir skotsku og ensku
trolararnir meiri varnir.
Heimildir:
Dagblaðið 1977
Dimmalætting 1976-77
14. september jan. 1977
Skipsdagbøkur av Tjaldrinum 1976-77
