Mynd: Sleipnir
Í gjár var árliga ring-ríðingin hjá Føroyar ríðingarfelag hildin í høllini í Havnadali.
Nógv fólk vóru møtt til ein hugnaligan seinnapart, har bæði børn og vaksin kappaðust.
Úr Sleipnir vóru tvær ungar damur við í barnakappingini. Tinna á Snædis, og Simona á Tign.
Tinna og Snædis fingu premiu fyri teirra flotta grýlu-búnað.
Sleipnir ríðingarfelag sigur soleiðis á síni heimasíðu: “Vit ynskir Tinnu og Snædis hjartaliga tillukku við vinninginum og vit takka Føroya ríðingarfelag fyri ein hugnaligan seinnapart”.
