Bakkafrost setti met í 2022 – 1,7 milliardir í avlopi

Mynd: Bakkafrost

Samlaða sølan og rakstrarúrslitið í 2022 vóru metstór hjá Bakkafrost. 7.130 milliónir krónur gjørdist samlaða sølan og  rakstrarúrslitið fyri árið var 1.705 milliónir krónur. Íalt fella 740 milliónir krónur til landskassan.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2022 var 376 milliónir krónur, og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið eitt hall uppá 154 milliónir krónur. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

– Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í Føroyum í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin var merktur av lægri tøku og harvið lágum útboði. Harafturat hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð. Lúsatølini hava verið metlág og fellið søguliga lágt. Smoltframleiðslan tekur seg eisini fram, nú útbyggingin av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali líður væl.

Nýggir møguleikar við Bakkafossi

Og Regin Jacobsen heldur fram:

– Um ársskiftið kom nýggi brunnbáturin hjá okkum, Bakkafossur, til Føroya. Bakkafossur er ikki bara millum størstu brunnbátar, men eisini ein tann mest framkomni. Hetta gevur okkum heilt nýggjar førleikar til millum annað viðgerð ímóti táknusjúkum og laksalús. Harafturat er Bakkafossur ein týðandi liður í at gera okkum klár til aling á opnum havi, sum vit søktu um loyvi til í 2020.

– Lívfrøðin í Skotlandi er sera avbjóðandi, men vit meta okkum nú munandi betur brynjað, til  at handfara tær avbjóðingar sum eru. Vit hava vónir um, at góðu amboðini fara at gera mun og minka um váðarnar framyvir.

Vitanardeiling gevur góð úrslit í Skotlandi

– Í seinnu helvt av fjórða ársfjórðingi minkaði fellið í Skotlandi munandi, og fiskurin bleiv sum heild nógv betur fyri. Jaliga lívfrøðiliga gongdin gjørdi, at vit valdu at lata fiskin vaksa seg stóran yvir um ársskiftið, heldur enn at taka hann við lægri miðalvekt. Tískil hækkaði miðal tøkuvektin  serliga í januar, tá vit tóku  størri fisk í Skotlandi enn nakrantíð áður.

– Gongdin við at sameina virksemið í Skotlandi og Føroyum heldur á, og vit leggja stóran dent á vitanardeiling. Serligan dent leggja vit á vitanardeiling um aling av stórum smolti, har Føroyar eru nógv ár frammanfyri. Nú fegnast vit um, at stóra fjórða útbyggingarstigið á Applecross smoltstøðini í Skotlandi er byrjað at framleiða stór smolt. Hesi fyrstu stóru smoltini verða eftir ætlan sett á sjógv í juni.

Ótrygg framtíð

– Heimsbúskapurin hevur ikki í nýggjari tíð verið so ótryggur, sum vit síggja hann í løtuni. Hvussu stóru prís- og rentuhækkingarnar fara at ávirka eftirspurningin eftir okkara vørum, er trupult at meta um. Kostnaðarstøðið hjá vinnuni er hækkað munandi – og heldur  fram at hækka. Tískil er sera umráðandi hjá okkum at vera ansin, og minka um útreiðslurnar, so vit kunnu tryggja framhaldandi kappingarføri. Tað er ikki bert alheims laksavinnuna vit kappast við, men í líka stóran mun aðrar vinnur, so sum høsnarunga-, svína- og neytakjøtsvinnuna. Tískil er avgerandi, at halda eitt vakið eyga við gongdini og kappingartrýstinum frá hesum vinnum eisini.

– Taka vit samanum árið 2022, so gevur virksemið hjá Bakkafrost umleið 740 milliónir krónur til landskassan í beinleiðis inntøku í partafelagsskatti, tøkugjaldi og vinningsbýtisskatti. Sambært 6,2 milliarda stóru íløguætlan okkara, verður tøkan hjá okkum 50 prosent hægri í 2026, enn hon er í dag, sigur Regin Jacobsen.