Landsliðsleikari skaddur – missir møguliga komandi landsdystir

Mynd: Meinhard E. Olsen (Mjøndalen)

A-landsliðsleikarin Meinhard E. Olsen, sum dagliga leikar fyri Mjøndalen IF í norsku OBOS-liga, missir møguliga komandi A-landsdystir.

Meinhard sigur fyri Eysturoyarportalinum, at hann í dysti nýliga fyri felag sítt sleit liðbandi í hondini, og valdi at fara undir skurð beinanvegin. Skurðviðgerðin gekk væl og skal landsliðsleikarin nú halda frí frá fótbóltinum í tvær vikur. Síðani kann hann aftur byrja at leika við sergjørdum skinnara.

Tískil, kann komandi A-landsliðsúttøka koma í vanda hjá runavíkinginum, sum hevur verið ein týðandi leikari undir Håkan Ericson.

A-landsliðið hjá monnum leikar á útivølli ímóti Moldova 24.mars og í Norðurmakedonia 27.mars.

Meinhard E. Olsen, privat mynd