Mynd: Rani Hansen skeyt eitt av málinum í dag (EB/Streymur)
Ein venjingardystur var í dag leiktur í Hoyvík. FC Hoyvík við fyrrverandi NSÍ´arinum Jens Martin Knudsen á odda, tók ímóti sundalagsmonnum og EB/Streymi á J&K vøllinum.
Dysturin endaði 3-3, har fyrrverandi EB/Streymaleikarin Rói Olsen skeyt tvey av málinum hjá hoyvíkingum.
Tað var annars EB/Streymur sum kom á odda 3-0, við málum frá Dánjal Godtfred, Hans Paula á Bø og Rana Hansen. Men so var tað Rói Olsen sum minkaði munin til 1-3 og 2-3, áðrenn Fróði Rasmussen javnaði til 3-3, sum eisini var endaliga úrslitið.
Liðið hjá EB/Streymi: Jóannes Davidsen – Virgar Jónsson, Andras Olsen. Dánjal Godfred, Mikkjal Hellisá, Jákup Hummeland, Markus Hellisá, Filip Djordjevic, Rani Hansen og Gutt Dahl-Olsen.
Seinni komu hesir inn: Hans Pauli á Bø, Árni Olsen, Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam, Sverri Mariusarson og Fayo Kruse.
