Opið hús og kunning um serbreytina á Kambsdali mikudagin kl.19

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Mikukvøldið 1. mars kl. 19.00 verður opið hús á serbreytini á Miðnámi á Kambsdali. 

Tiltakið er eitt gott høvi hjá komandi næmingum, foreldrum ella avvarðandi og eitt nú starvsfólkum innan serøkið at kunna seg nærri um skúlatilboðið og tey ivamál, sum kunnu stinga seg upp, tá um framtíðarætlanir ræður. 

Á skránni er m.a. framløga um serbreytina á Miðnámi á Kambsdali – við nógvum myndum, sum lýsa tað fjølbroytta virksemið.

Høvi verður at hitta starvsfólk á breytini og fáa vegleiðing, eins og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum, og so ber til at síggja skúlan og serliga ymisku hølini hjá serbreytini.

Øll eru hjartaliga vælkomin!