Heimsmeistarin var fagnaður

Myndir: Sunda kommuna

Fagnaðurin var stórur, tá ið heimsmeistarin í inniróðri, Mattias Durhuus kom heim til Hósvíkar við ikki færri enn tveimum heiðursmerkjum.

Mattias hevur verið í Toronto og kappast, og úrslitið bleiv eitt gullheiðursmerki í 500m og eitt silvurheiðursmerki í 2000m.

Bjóðað var til almenna móttøku í Róðrarneystinum í Hósvík, har nógv fólk møtti upp.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, segði nøkur orð og handaði Mattiasi eitt blómutyssi.