B68 sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara

Mynd: B68

Rasmus Darre Haahr verður nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá B68. Hetta sigur B68 á heimasíðu síni í morgun.

B68 hevur gjørt avtalu við 32 ára gamla danan Rasmus Darre Haahr. Rasmus byrjar í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari tann 15. apríl.

Rasmus hevur UEFA A Pro venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet.

Rasmus kemur beint úr Keypmannahavn har hann dagliga lesur til lærara umframt at hann røkir eitt venjarastarv í HB Køge. Tvey tey komandi árini, verður hetta tó skift út við nýggjar avbjóðingar á Svangaskarði, sum hann gleðir seg nógv til.