Eysturoyar Vinnulívsfelag havt aðalfund í kvøld

Myndir: Eysturoyarportalurin

Eysturoyar Vinnulívsfelag hevur í kvøld havt aðalfund. Aðalfundurin var hildin í gamla fyrisitangarbyggninginum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Og nógv fólk úr vinnulívinum úr Eysturoynni var uppmøtt til fundin.

Bergur Poulsen, formaður í EVF bjóðaði vælkomin, og síðani var Símun Hammer valdur til fundarstjóra. Bergur Poulsen greiddi síðani frá undanfarna árinum hjá felaganum og rokniskapurin var síðani góðkendur.

Síðani stóð val av nevndarlimur fyri, og tóku teir allir við afturvalið.

Eftir sjálvan aðalfundin, var tað síðani Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur, sum hevði eina forkunnuga framløðu um felagið Tjaldur, hvussu tað heila byrjaði í 1919 og leiddi okkum heilt fram til dagin í dag, og hvat framtíðarætlanir felagið hevur.

Og eftir ein lítlan steðg, var tað so Birgir Nielsen, stjóri í Flogfelaganum FarCargo, sum greiddi frá felaganum og um nýggja farmaflogfarið, sum eftir ætlan verður handað í mai/juni í ár.

Ein spennandi ætlan, sum ikki er sædd fyrr í Føroyum. Tað var eisini tað síðsta sum var á skránni á fundinum í kvøld.