Finnur Fríði og Gøtunes skulu landað aftur á Fáskrúðsfjørði

Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)

Finnur Fríði og Gøtunes eru longu á veg innaftur at landað á Fáskrúðsfjørði, eftir at teir landaðu har í vikuskiftinum. Báðir hava fiskað lodnu.

Finnur Fríði hevur fiskað gott 1.500 tons, meðan Gøtunes hevur gott 1.650 tons.