Roykur, men eingin vandi á ferð

Mynd: Savnsmynd

Beint áðrenn kl. 09.00 í morgun fekk alarmsentralurin í Havn fráboðan um, at roykur var í einum húsum í Saltangará.

Bæði løgreglan og sløkkiliðið vórðu beinanvegin send á staðið. Men Sunleif Højgaard, frá Skálafjarðar sløkkiliði, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at talan bert var um eina kaminu, ið var tipt, og var hetta, ið elvdi til nógva royk.

Húsini vórðu luftað út og síðani verða tey vaska fyri sót, og sløkkiliðsfólk eru síðani sett á vakt við húsini inntil at alt er trygt aftur, sigur Sunleif Højgaard at enda.