Heykur og Rankin landaðu í dag

Mynd: Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)

Heykur og Rankin, sum hava partrola eystanfyri Føroyar, landaðu til Faroe Origin í Runavík í dag.

Teir høvdu fiskað gott 200.000 pund, har meginparturin var upsi.

Teir byrjaðu túrin 2. mars.