Ternan tók øll á bóli

Mynd: Ternan

Í gjár tóku kvinnurnar hjá Ternuni øll á bóli við einum flottum 3-1 sigri á Fleyr.

Ternan, sum er niðasta liðið í Føroya Tele-deildini, vunnu á næstovasta liðinum á stigatalvuni, Fleyr.

Hetta kann eisini gerast dýrur ósigur fyri Fleyr, sum nú kann missa finaluplássi, um TB vinnur sínar dystir til góðar, meðan Ternan enn er aftast í deildini við 8 stigum.

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Ternan – Fleyr 3-1 (20-25, 25-23, 25-23, 29-27)