Mynd: KVF
Eivør Pálsdóttir vann í gjár ársins útflutningsheiðurslønina 2023 hjá FMA. Virðislønin varð latin Eivør fyri at ríka føroyska mentanar- og tónleikaheimin. Dómsnevndin hevur avgjørt at givið hendan heiður til eina tónleikakvinnu, sum eigur eitt stórt pláss í okkara hjørtum og mentanarligu tilvitsku, segði landsstýrismaðurin Høgni Hoydal.
Ársins útflutningsheiðursløn eigur tí drotningin av føroyskum tónleiki, segði landsstýrismaðurin at enda.
