Góð úrslit hjá Støkk til seinnu steypakapping

Myndir: Støkk

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var í Bylgjuni í Runavík í gjár.

Gentur Svalan og Kvinnuunglingar Rósan vunnu gull og eru steypavinnarar 2023. Pinkur Nava og Smágentur Luna vunnu bronsu, meðan Smágentur Urða gjørdist nr. 4 og Pinkur Liva nr. 5.

Eisini luttóku Pinkur Prima sum gestalið í kappingini.