Tróndur í Gøtu landað í Íslandi

Mynd: Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)

Tróndur í Gøtu hevur landað á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum í Íslandi, eftir at hann hevur roynt suður úr Snæfellsnesi og eysini vestur úr Reykjanesi. Teir hava landað gott 2.000 tons av lodnu.

Samstundis er hetta eisini seinasti lodnutúrur hjá Trónda í Gøtu í ár.