Tveir bátar bóðu um hjálp í gjár

Mynd: Rescue Lív

Í gjár var Rescue Lív boðsent heili tvær ferðir innan stutta tíð.

Fyrst var tað ein útróðrarbátur í Sandshavinum, sum hevði fingið maskinbrek. Hetta var kl. 10.50 gjáramorgunin. Rescue Lív var sent avstað og sleipaði bátin til Sands.

Og kl. 11.16 var aftur boð eftir Rescue Lív, tá eitt áttamannafar hevið fingið maskinbrek út fyri Glyvursnesi. Hesuferð sleipaði Rescue Lív bátin inn á Argir.