Mynd: Djórahandilin
Tað var tann 18. august í fjør at, Hjørdis Fríða Gregersen úr Syrðugøtu, gjørdist nýggur eigari av Djórahandilinum á Óðinshædd.
Nú áleið eitt hálvt ár seinni, er avgjørt at opna ein eind/deild av Djórahandilinum afturat, hesuferð uttanfyri høvðusstaðin.
Djórahandilin upplýsir, at sum nakað nýtt, so ber nú til at bíleggja vøru á heimasíðuni hjá Djórahandlinum og heinta hana sama dag í Syðrugøtu. Hendan tænasta er galdandi frá mánadag til fríggjadag.
Adressan er Húsgarður 33, og er tað fyrsta húsið, ein kemur til, tá ein koyrir inn til Syðrugøtu.
Ein kann bílegga á www.djor.fo og velja “Heinta sjálv/ur í Syðrugøtu”.
