Mynd: Skála
NSÍ´arnir Meinhard F. Janusarson 20 ár, og Marjus Nón 18 ár, hava báðir skrivað undir 2 ára sáttmála við Skála ÍF í dag. Teir skifta tí heimavøllin við Løkin út við undir Mýruhjalla á Skála.
Báðir hava higartil bert umboðað barndómsfelagið NSÍ, og báðir hava nógvar dystir í beinunum, serliga úr 1.deild og U21.
Í báðum førum er talan um álopssinnaðar leikarar, ið kunnu leika á fremstu plássunum, og kunnu styrkja um álopspartin á liðnum.

