Mynd: Bilur farin útav vegnum við Saltnes í morgun (Eysturoyarportalurin)
Landsverk sigur nú á middegi, at tað er hált ið støðunum um alt landið í løtuni og jarðrok er í ælunum.
Veðurførsøgnin sigur, at seinnapartin veksur vindurin upp í ein strúk í vindi og upp í skrið við hørðum hvirlum, tað verður skýggjað við kavaavfalli ella kavaælingum.
Tað er ikki koyrandi til Skælings.
Tað eru ring koyrilíkindi til Saksunar og á Oyndarfjarðarvegnum.
