Ætla at víga húsið í ár

Myndir: Trúboðin

Kelda: Trúboðin

Trúboðin hevur áhugaverda grein um nýggja missiónshúsið í Gøtugjógv, sum eftir ætlan skal vígast seinni í ár. Vit endugeva hana her.

Í nøkur ár hevur nýggja missiónshúsið í Gøtu verið í gerð. Tað verður bygt á sama økið, har gamla missiónshúsið, Bethania, stóð, tó væl longri frá landsvegnum. Eitt byggifelag innilukkaði meginpartin av húsið og so hava sjálvboðin gjørt restina. Nú er komið so mikið ávegis, at stýrið hevur vónir um at taka húsið í brúk í ár.

-Tað hevur gingið spakuliga við arbeiðinum, men gongd hevur verið í, nærum alla tíðina. Nú arbeiðir stýrið við ætlanum um at gera húsið liðugt og taka tað í brúk í hesum árinum. Arbeiðið hjá missiónshúsinum er í góðum hølum hjá kirkjuni, so vit hava ikki skundað okkum, hóast vit gleða okkum at fáa okkara egnu hølir. Tað sigur Torleif Justinussen, stýrislimur.

-Alt arbeiðið innan er gjørt av sjálvbodnum, og hiðartil er alt tilfarið goldið, og tað eru vit bæði fegin og takksom fyri, sigur hann.

-Tað stóra arbeiðið er gjørt, og eg meti, at 70 – 80 % av arbeiðinum er liðugt. Nú arbeiða vit við ventilatión og leggja loft uppundir. Innan skal ikki nógv smíðast, tí tað er pussað betong, sum skal málast, sigur Torleif.

-Tey størru arbeiðini sum eftir eru, er at seta køkin upp og at gera vesini liðug. So skal leggjast á gólvini og tað síðasta málast, áðrenn stólar, anlegg og annað verður sett upp, sigur hann.

-Tað stóð 1924 í skjøldrinum á gamla missiónshúsinum, men tað var nokk tikið í brúk fyrst í 1925. Tí hevði tað verið gott, um vit klára at taka hetta húsið í brúk áðrenn 100 ára vóru umliðin, sigur Torleif Justinussen.