Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.01.2025 16:14

Innsavnan til nýggja missiónshúsið 1. februar 2025

Missiónshúsið í Gøtu

Síðstu tøkini móti málinum

Arbeiðið at byggja nýggja missiónshúsið við Gøtugjógv er nú komið so mikið væl áleiðis, at nú hómast endin. Hetta gleða vit okkum ómetaliga nógv til. Men enn eru síðstu tøkini eftir at taka.

Umleið 50 mann­­­dagar av arbeiði eru eftir. So yvirskipað sæð, er ikki langt eftir á mál hesum viðvíkjandi.

Størsta avbjóðingin, fyri at fáa húsið liðugt, er vantandi peningur. Sum sæst í kostnaðarmetingini á næstu síðu, eru í skrivandi stund umleið 1.200.000 kr. á bók til hetta arbeiðið. Aðrar 1.370.000 kr. skulu fáast til vega, fyri at húsið kann gerast heilt liðugt.

Tí heita vit nú á fólk um at lata eina serstaka peninga­gávu eftir førimuni.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul.

Kontunummar hjá missiónshúsinum er:
6460 – 1794525.

Kostnaðarmeting

Samlað við stólum og borðum:              2.570.000 kr.

Tøkur peningur primo januar 2025:    1.200.000 kr.

Upphædd at fáa til vega:                            1.370.000 kr.

Fyri hvørja raðfesting niðan fyri sæst upphæddin, ið skal fáast til vega og hvørji stóru innkeypini eru.

Stuðul higartil

Stuðul í krónum primo 2025:              5.200.000 kr.

Materiellur stuðul frá fyritøkum:      1.000.000 kr.

Sjálvboðið arbeiði mett til:                   3.700.000 kr.

Tíðarlinja

– Gamla Bethania brotið niður í 2014
– Byrja at byggja nýggja húsið í 2016
– Málið er at fáa nýggja húsið liðugt í 2025

Eftir at gera

– Gólv í øllum húsinum
– Loft í sali í erva
– Innhurðar
– Køkur
– Ljóð/video/senuljós