Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.07.2024 13:09

Íslendsk skip velja MEST

Tíðindaskriv


Í seinastuni hava fleiri og fleiri íslendsk skip valt at fáa gjørt teirra
umvælingar á MEST.
Tíðindaskriv
Í løtuni eru trolarnir Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST og fyrr í vár vóru
uppisjóvarskipini Jón Kjartansson og Aðalsteinn Jónsson úr Eskifirði eisini til ymiskt
umvælingararbeiði á MEST. Talan eru um ymiskt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði sum eitt
nú: motorumvælingar, aksiltrekk og onkur hevur vaskað og málað botn og zink. Ymiskar aðrar
umvælingar eru eisini gjørdar.
Onnur føroysk skip, Jákup Sverri, Hoyvík, Brimil, Thor og Kópasteinur hava eisini valt
ólavsøkutíðarskeiðið at fáa gjørt umvælingar. Nøkur eru um at verða liðug og onnur júst komin.

Spjaldur