Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2023 22:12

Ísraelskur diplomatur á vitjan í Føroyum

Tíðindaskriv

Seinastu árini eru bondini millum Føroyar og Ísrael styrkt á nógvan hátt og síðani føroyska sendistovan varð sett á stovn, er veruliga komið dik á.

Í døgunum 11-14 okt. vitjar fyrrverandi diplomaturin Dr. Shay Attias úr Ísrael í Føroyum, Shay hevur starvast innan diplomatiið í ísraelsku stjørnuni.


Dr. Shay Attias er PhD í stjórnarvísindi og undirvísir í dag innan Diplomati við Bar-Ilan Universitetið í Jerusalem og hevur síðani 2013 verið virkin í at skapa sambond millum kristin og jødar.

Hann arbeiðir fyri, at fólk skulu skilja betri tað bíbilska Ísrael, tað modernaða Ísrael og síggja týdningin í teim jødisku/kristnu virðunum.

Eisini hevur hann stovna hjálparfelagsskapin Shuva Israel,  sum upplýsir um ymisk viðkomandi viðurskifti í Ísrael.

Dr. Attias ynskir at skapa eitt enn tættari samband millum Ísrael og Føroyar, hann kemur m.a. at tosa um støðuna í Ísrael og í miðeystri i dag  

Høvi verður at hoyra Dr. Attias á hesum støðum:

Mikukvøldið tann 11. okt. kl. 19:30 í Nebo á Toftum

Hóskvøldið  tann 12. okt. kl. 19:00 í Filadelfia í Gøtu

Fríggjakvøldið tann 13. okt. kl. 20:00 í Filadelfia í Tórshavn

Øll eru hjartaliga vælkomin.