Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2024 15:15

Ivasom raðfesting av FSF?

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tá ið Eiler Rasmussen tann 19. juni føldi seg noyddan at blása steypadystin av millum Víking og HB í Sarpugerð fyri veður, førdi hetta samstundis til, at ein nýggjur dystur mátti ásetast millum liðini bæði.

Hetta hendi, hóast, at avblásti dysturin kundi verið avgreiddur, um lurtað hevði verið eftir lokalu serfrøðingunum, sum áðrenn dystin høvdu ávarað um, at tað fór at blíva ov nógvur vindur at spæla í Norðragøtu.

Heimaliðið og lokalfólkið á staðnum, høvdu annars havt uppskot frammi, um at dysturin antin kundi verið framskundaður ella útsettur til kvøldið eftir. Men tað var ongantíð lurta í Fótbóltssambandinum.

Og tílskil hevur ein sera keðilig støða tikið seg upp fyri Víking, nú Fótbóltsamband Føroya hevur ásett, at nýggjur dystur er settur til at verða tann 22. august.

Serliga tey í Víkingi føla at teir eru fyri vanbýtið. Tí tá ið hugt verður nærri at skránni sæst, at tað er munur á hvørjum hesi liðini skulu møta og nær dystirnir eru lagdir.

Meðan HB á papírinum hevur eina “lætta” leikskrá og longri millum dystirnar og kunnu spara leikarar og lova eykaleikarum at fáa spælitíð, um teir ynskja tað. So kann ikki sigast tað sama um Víking, har teir á pappírinum, hava eina nógv torførari leikskrá móti sokallaðum “Topp 4” liðum og styttri millum onkrar av dystunum.

Eisini er undrunarsamt, at Víkingur skal til Havnar at spæla ímóti B36 í Gundadali tvær ferðir innan fáar dagar.

Um hugt verður eftir komandi dystum hjá hesum báðum liðum, tveimum kappingarneytum sum liggja stavn um stavn í FM-stríðnum, so sær dystarskráin soleiðis út, sum Fótbóltssamband Føroya hevur lagt:

Mánadagin 12. august: B36 – Víkingur (landskapping)

Leygardagin 10. august: EB/Streymur – HB (landskapping)

Sunnudagin 18. august: Víkingur – KÍ (landskapping)

Sunnudagin: 18. august: HB – B68 (landskapping)

Hósdagin 22. august: Víkingur – HB (útsetti steypadysturin)

Mánadagin 26. august: B36 – Víkingur (landskapping)

Mánadagin 26. august: NSÍ – HB (landskapping)

Leygardagin 31. august: Víkingur – NSÍ (landskapping)

Leygardagin 31. august: ÍF – HB (landskapping)

Landskappingin verður løgd við eini eletroniskari skipan, har ein telda leggur dystirnar. Hóast hetta, so hevur Fótbóltssambandi, uttan at hugsa um verðandi støðu lagt ein týðandi stórdyst (útsetta steypadystin) mitt ímillum hesa tøttu skránni, har einki man verða at ivast í, at við hesum hevur HB fingið ein stóran fyrimun framum Víking.

Tí kann tað tykjast undrunarsamt og heldur løgið, at Fótbóltsamband Føroya ikki hevur tikið meira kappingaratlit , og havt “Fair-play” andan í huga, tí hetta kann, beinleiðis geva HB tann fyrimunin sum ger, at teir bæði gerast FM- og steypavinnarar 2024.