Jarðir er í dag komnir út við einum skrivið um hvussu málið um gongd í haga kann loysast.
Ferðavinnan í fríum falli, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum Árni Olsen.
Árni heldur fram har stjórin í Visit Faroe Islands slepti. Einki ber til, ferðavinnan fer av knóranum, og nýggja greinin í føroyska búskapinum brotnar áðrenn hon blómar.
Tað er ótrúligt, at okkara kosnu, fólkavaldu kvinnur og menn, í samgongu og andstøðu í fyrsta lagi ikki skilja, at tað er nátturðan og ikki flogferðin, hotelsongin, matpakkin ella ferðaleiðarin, ið er orsøkin til at tey koma til Føroyar.
Tó skulu bæði Árni og Guðrið hava rós fyri, at tey eru fullgreið yvir hví ferðafólkini koma. Vøran er og verður fantastiska flotta, vakra og bergtakandi føroyska nátturðan.
Bæði grugga tey tilvitað málið fyri at fáa fría atgongd til føroysku nátturðuna. Gullhønan, sum verpur klingende mønt í kassan hjá Ferðavinnufelagnum og fleiri champagnuproppar á altjoða ferðavinnumessum.
Tey eru pressaði og tað er væl skilligt.
Menningin innlendis byrjar at fáa eitt skap, ið Ferðavinnufelagið, Visit Føroyar og politiska skipanin ikki hóvar.
Loysnirnar byrja at líkjast, tær spretta lokalt, tiknar av ábyrgdarfullum fólki í nærumhvørvinum, sum ynskja eina burðardygga loysn, sum verjir náttúrðu, djóra- og fuglalívið og skapar inntøkur í nærumhvørvinum.
Ein loysn, ein einfaldur máti at stýra ferðafólkunum, skapar inntøkur lokalt, fíggjar gøtur og verjir nátturðu, djóra- og fuglalívið.
Hesar loysnir høvdu kunna verið tiknar í etableraða systeminum um tey sum umboða jørðina fingu pláss við borðið. Tilvitaða tilvildin førdi við sær at allur útjaðarin sæt uttanfyri og nú er í holt við at skapa loysnirnar.
Um ferðafólkini ikki hava frítt at fara har tey vilja, tá tey vilja og uttan at spyrja, so koma tey ikki hendavegin og alt fer fyri bakka.
Læt okkum venda spurningin á høvdið og spyrja:
Hvat fer fyri bakka um Ferðavinnufelagið fær sín vilja?
Hvat fer fyri bakka um øll kunnu ganga har tey vilja, tá tey vilja og uttan kunning ella skulu boða frá nakrastaðni?
Hvat fer fyri bakka, tá okkara fólkavaldu ikki skilja at vøran ferðafólkini spyrja eftir er náttúrðan?
Føroyska nátturðan og trygdin hjá ferðafólkunum er stutta svari.
Føroyska nátturðan hevur ikki brúk fyri ferðafólkunum, men ferðafólkini hava brúk fyri føroysku nátturðuni.
Skulu vit hava ferðavinnuna sum eitt inntøkubein í framtíðini mugu vit tálma heldur oysa meira brenni á bálið.
Eitt gullegg um dagin er ein betri loysn enn at slakta nátturðuna í vónini at fáa øll gulleggini í senn.
Jarðir