Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2025 14:53

Jarnbrúdleyp í Leirvík

Páll og Herborg hava í dag jarnbrúdleyp (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í dag er stórur dagur í Leirvík. Hjúnini, Herborg og Páll Joensen hava í dag verið gift í samfull 70 ár og kunnu tí hátíðarhalda sítt jarnbrúdleyp.

Tað var tann 24. apríl í 1955, at tey giftust á kóntórinum hjá sýslumanninum í Fuglafirði.

Páll er føddur 19. juli í 1931, meðan Herborg er fødd 17. juni í 1932 og eiga tey 5 børn.

Dagurin verður hildin fyri teimum nærmastu, í Leirvík, sum eisini er barndómsbygdin hjá teimum báðum.

Eysturoyarportalurin ynskir teimum báður hjartaliga tillukku við stóra degnum.