NSÍ hevði í dag innkallað til tíðindafund, har felagið almannagjørdi nýggja høvuðsvenjarin hjá Betri deildarliðnum hjá monnum.
Og nýggjur høvuðsvenjari við Løkin komandi 2 árini, er 43 ára gamli sviin, Jens Wedeborg.
Jens er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur áður starvast sum KÍ venjari, har hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta liðnum hjá monnunum.
Hann kom upprunaliga til KÍ sum ungdómsvenjari, og hjálpti táverandi KÍ venjaranum Glen Ståhl.
Eysturoyarportalurin var við á tíðindafundinum og tók nakrar myndir













