Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2024 10:41

JJ Paulo á G!

G!festival

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo!

Finn tær dansiskógvarnar fram og kom og uppliv eina av stórstu orkubumbunum, sum nakrantíð hevur spælt í Götu. JJ Paulo úr Danmark hevur rötur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber högt í metum. Lívligu afrotakt tónarnir hava eitt óvanliga smittandi huglað, og skiparin á skútuni, JJ Paulo, fer at fáa teg at vilja flyta beinini. Tað er ikki uttan orsök at hesin hevur vunnið donsku tónleika heiðurslönina, DMA, fyri “Bestu konsertuppliving”, og tað er heilt vist, at her fer eingin at klára at standa stillur. 

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) og Plúmm (FO) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Spjaldur