Toftamaðurin, og nú fyrrverandi KF Shkupi leikarin, Jóan Símun Edmundsson er aftur í íslendskum fótbólti. Tað boðar KA Akureyri frá í kvøld á heimasíðu síni.
Tað er júst eitt ár síðani, at Jóan Símun flutti úr júst KA Akureyri og til Norðurmakedonskan fótbólt, eftir eitt kappingarár í Íslandi.
Men nú hevur hann so gjørt ein 1 ára sáttmála við “gamla” felag sítt á Akureyri, sum eisini vann íslendsku steypakappingina farna kappingarár og sostatt skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar.
33 ára gamli toftamaðurin sigur soleiðis fyri Eysturoyarportalinum í kvøld eftir at leikaraskiftið er alment:
Tað føldist rætt. Eg hevði eitt ynski um at halda fram uttanlands. At koma til eitt stað har eg veit akkurát hvat teir kunnu vænta av mær og eg av teimum. Og so er tað sjálvandi eisini eitt plus, at sleppa at royna seg úti í Europa og vónandi á nýggjum heimavølli í summar, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Umframt KA Akureyri, so hevur fótbóltssnillingurin av Toftum eisini umboða útlendsku feløguni: Newcastle Utd, Gateshead, FC Fredericia, OB Odense, Velje BK, Viking Stavanger, Arminia Bielfeld, SK Beveren og KF Shkupi.