
Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali
Um starvið
Talan er um stuðulsstarv komandi skúlaár – at byrja 11. august 2025 – í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Stuðulsstarvið kann eftir nærri avtalu býtast millum tveir – ella fleiri – stuðlar. Møguleiki er at leingja starvssetanina eitt skúlaár afturat.
Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00, ella til skúlin er liðugur. Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.
Stuðulstímar aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.
Arbeiðsuppgávurnar
Talan er um ein skjótt 20 ára gamlan drong við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra drongin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at vera um drongin í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum. Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.
Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hesin parturin av starvinum kann byrja longu 1. juli og verður skipaður eftir nærri
Førleikar/væntanir
Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin” millum teg og drongin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera tætt at einum øðrum menniskja.
Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri.
Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Um starvið verður býtt millum fleiri, koma stuðulsfólkini eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.
Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið, soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður, er partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð er undir Almannaverkinum við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo við heitinum “Stuðulsstarv”. Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi 19.05.2025 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558, viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At vera um ein 19 ára gamlan rørslutarnaðan drong, at fylgja honum í skúla og hjálpa honum við praktiskum tingum.
Útbúgving og almenn krøv
Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar.