Missiónshúsið á Strondum
Missiónshúsið bjóðar øllum til jólafest millum jóla og nýggjárs.
Jólafest fyri børnum
Í dag, fríggjadagin 27. desember, kl. 17:00 verður jólafest fyri børnum.
Á skránni verður:
- andakt/drama
- sangframførsla
- spurnakapping
Aftaná fáa vit bollar við onkrum góðum afturvið, og børnini fáa pakkar.
Jólafest fyri vaksnum
Sunnudagin 29. desember kl. 18:00 verður jólafest fyri vaksnum
Á skránni verður:
- andakt
- tvær sangframførslur
- frásøgn
- góður matur
- sangur
Eisini fáa vit forkunnuga vitjan.
Øll eru hjartaliga vælkomin til jólafestirnar.