Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2023 09:40

Jólakonsert við Siloakórinum

Mikukvøldið 20. des. kl. 20 hevur Siloakórið jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.

Eyðun á Lakjuni stjórnar kórinum, og á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.

Marjun Wolles, Maria á Lakjuni og Bárður á Lakjuni fara eisini at framføra á konsertini.

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa – og øll eru hjartaliga vælkomin.