Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2024 22:47

Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan

Sjóvar Kommuna

Aftur í ár vitja jólamenn í Sjóvar kommunu, hesa ferð í øllum fimm bygdunum í kommununi.

Jólamenninir bjóða karamellur – neyðugt er, at børnini koma út á vegin at heilsa uppá.

Koyringin er skipað, soleiðis at jólavitjanirnar ganga so skjótt og væl sum gjørligt.

Á Selatrað, Morkranes, Kolbeinagjógv og Innan Glyvur steðga jólamennirnir við jólatræið í bygdini.

  • Selatrað kl. 9.45
  • Morskranes umleið kl. 10.05
  • Kolbeinagjógv umleið kl. 10.15
  • Innan Glyvur umleið kl. 10.40

Á Strondum byrja teir við Effo og koyra úteftir.

  • Effo kl. 11
  • Uppi á Fløtum kl. 11.20
  • Bygdahúsið kl. 12.15
  • Lágarvegur kl. 12.45
  • Jólatræið og inneftir kl. 13.10

GG: Tíðirnar eru vegleiðandi