Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2023 12:17

Jólatræið á Eiði – myndir og frásøgn

Eiðis kommuna / Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Sunnudagin 3. december var jólatræið í Eiðis kommunu tendrað. Tiltakið byrjaði klokkan 17:00. Kuldin og hálkan hevði hug at arga, men ein rúgva av fólki møtti hóast alt til hesa hugnaligu løtu. Tiltakið var sett av Fríðu J. Joensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini. Saman við nógvu børnunum taldi hon til trý, og so varð træið tendrað.

Jonhard Jógvansson, prestur, segði frá søgu, og eftir eina løtu, komu jólamenn oman til bygdina í brandbilum, at handa børnunum jólapakkar.
Talan var um eitt stak hugnaligt og væl eydna tiltak.

Myndir: Sigmar M. Mørkøre.