Aftur í ár skipa KFUM skótarnir í Leirvík fyri jólahaldi, tá trøini verða tendrað. Jólamenninir vitja og bjóða heitt og søtt til børn og vaksin.
Jólatræið við Gøtugjógv verður tendrað mánadagin 4. desember kl. 18:00.
Hannipoula Olsen flytur fram røðu og Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur.
Jólatræið í Leirvík verður tendrað týsdagin 5. desember kl. 18:00.
Maria Joensen flytur fram røðu og Eystanljóð syngur.