Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum.
Hvørt ár verða jólatrøini tendraði umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Í ár tendra jólatrøini 2. og 3. desember.
Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.
Skráin er hendan:
Leygardagin 2. desember
16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík.
18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála.
19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði.
20:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði.
Sunnudag 3. desember
14:30 Brandbilurin vitjar í Lamba.
15:00 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
15:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík.
16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldafirði.
17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði.
18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík.
18.45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi.
Røðararnir verða kunngjørdir seinni.