Tað verður meira enn tað vanliga stjørnustøvið á fótbóltsvøllinum Uppi á Brekku í Leirvík komandi vikuskiftið.
Fríggjadagin 2. mai koma Juventus-fjepparar, saman við einum fyrrverandi Juventus-leikara, Alessandro Matri, og kendum Juventus- “influencers” (ávirkarum) til Føroyar við einum fjeppara átakið sum eitur #extremefield.
Hetta er ein sokallaður liður í at marknaðarføra Juventus “brandið” runt allan heimin.
Á skránni er ein fjepparadystur, sum verður leiktur Uppi á brekku í Leirvik, nú leygardagin kl 16.00.
Fyriskiparirnir av tiltakinum vóna at nógv fólk møtir upp til tiltakið sum er ókeypis.
Seinast fjepparnir hjá Juventus høvdu líknandi tiltak, var á Maldivinum fyrr í ár, tá ið ein onnur fyrrverandi stjørna, nemliga, Edgar Davids, við sum umboð. Lesast kann meira um tað tiltakið her.
Áleyparin, Alessandro Matri, sum er við í ferðalagnum, er í dag 40 ára gamal. Hann leikti m.a. 92 dystir fyri Juventus og skoraði 31 mál. Hann leikti eisini 7 A-landsdystir fyri Italia og skeyt 1 mál. Eisini umboðaði hann onnur italiensk feløg, sum t.d. Cagliari, Lazio og Fiorentina.
Italienska ferðalagið fer eftir ætlan heimaftur mánadagin.