Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2024 22:57

Kaj Leo legði upp til mál tá Njarðvík vann

Mynd: Fótbólti.net

Fyrsta umfar í Lengjudeild karla, sum er næstbesta fótbóltsdeildin í íslandi hjá monnum, fór á rull í kvøld.

Njarðvík, við Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan kom væl frá landi, tá ið teir vunnu á útivølli 2-1 á Leiknir. Kaj Leo leikti 90 minuttir og átti næstsíðsta fótin á málinum til 2-0, sum Dominik Radic skeyt.

Komandi dystur hjá Kaj Leo og liðfelagunum úr Njarðvík, er á heimavølli móti Dalvík/Reynir tann 9. mai.