Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2023 16:09

Kappríðing við Leynavatn

Myndir: Sleipnir ríðingarfelag

Eitt fantastiskt vikuskifti – har ross og rossafólk hava hugna sær við Leynavatn.

Hetta skrivar, Sleipnir ríðingarfelagið úr Eysturoy, á Facebook vanganum eftir kappingina í vikuskiftinum.

Í góðveðrinum fríggjadagin varð riðið knappar 30 km úr Havn til Leynavatn, og leygardagin var ársins fyrsta kappríðing á skránni.

Hjá Sleipnir ríðingarfelag eydnaðist at vinna tvey heiðursmerkir heim við.

11 gamla Simona og rossið Kiljan vunnu eitt 3. pláss í tvíspor fyri ung.

16 ára gamla Birna, sum áður hevur vunnið FM í tvíspor ung á hestinum Freyr hjá Annu Magnussen, valdi at luttaka í stuttleika-kappingini.

Tað lá væl fyri hjá Birnu og hestinum Freyr, har tey sprintaðu seg til eitt flott 2. pláss.

Á Facebook vanganum, fegnast tey hjá Sleipnir ríðingarfelag um eitt væleydna vikuskifti og ynskja samstundis Simonu og Birnu, og rossunum Kiljan og Freyr, hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.

Sí nakrar myndir sum Sleipnir ríðingarfelag hevur tikið.