Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2024 11:40

Kappróðrarfelagið Tindur fær vitjan av norskum filmsliði

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Seinni í hesum mánaðunum kemur eitt filmslið úr Norra, frá felagnum Nexiko Norge, at gera upptøkur av kappróðrarfelagunum Tindi úr Eysturkommunu.

Hetta váttar formaðurin í kappróðrarfelagnum Tindi, John Høgnesen, fyri Eysturoyarportalinum.

“Hvussu tey kenna til okkum, veit eg satt at siga ikki. Eg bleiv uppringdur ein dagin av teimum, har tey spurdu um tey kundu koma hendavegin, at taka upp av okkara kappróðrarfelag. Og tað játtaði eg sjálvandi”, sigur ein stoltur formaður.

Kappróðarfelagið Tindur, sum ikki hevur so nógv ár á bakið. Felagið er stovnað í 2017, hevur ment seg nógv og skjótt seinastu árini, og er nú eitt sterkt og vælrikið felag. Frá at hava ongan bát í 2017, til í dag, har felagið hevur 9 manningar og 6 bátar.

“Ætlanin er, at filmsliðið kemur her leygardagin 23. mars at taka upp mest sum allan dagin”, sigur John.

Byrja verður tíðliga leygarmorgunin á Bátasavninum í Leirvík, har formaðurin skal vísa runt á savninum. Síðani verður bjóða til morgunmat á brandstøðini í Leirvík, áðrenn leiðin gongur til Norðragøtu, har allir róðrarbátarnir hjá felagnum verða dridnir út og flotaðir. Síðani er ætlanin, at fara at rógva kapp á víkini, saman við norska filmsliðnum.

“Vit ætla at gera nógv burturúr, bæði á sjógvi og landi”, sigur ein spentur formaður at enda.

Nexiko er eitt kent skandinaviskt filmsfelag sum var stovnað í 2012, og sum hevur skrivstovur í Oslo, Stokholm, Keypmannahavn og Los Angeles.