Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2023 21:21

Katrin verður kropsligur venjari hjá víkingakvinnumum

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar:

Víkingur hevur gjørt avtalu við Katrin Petersen um at vera kropsligur venjari og fysioterapeut hjá Betri kvinnum.

Katrin er av Tvøroyri, men er búsitandi í Syðrugøtu. Hon er útbúgvin fysioterapeut og kemur at hava ábyrgdina av kropsligu venjingunum rundanum okkara besta kvinnulið, umframt at vera fysioterapeut.

Vit hava leingi ynskt at sett meir inn á hesum økinum, og gleðast tí sjálvsagt um at fáa Katrin í toymi rundanum Betri liðið.

Spjaldur