Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2024 10:14

Kaysten Rasmussen settur sum samskipari

Róðrarsamband Føroya

Nevndin í Róðrarsambandinum hevur samtykt at seta Kaysten Rasmussen í starv sum samskipara, 20 tímar um vikuna, hjá Róðrarsambandi Føroya.

Kaysten Rasmussen er 48 ára gamal og búsitandi á Skála. Kaysten hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði innanfyri vinnulívið og ítróttin.

Kaysten kemur at samskipa alt tað umsitingarliga á skrivstovuni hjá sambandinum, og annars at vera við til at føra tjóðarítrótt okkara longur fram á leið.

Kaysten byrjar í starvinum 1. Januar 2025.

Tá kemur skrivstovan at hava opið hesar dagar:

Týsdag 13 – 18

Hósdag 13 – 18

Annars ber til at ringja 267553 ella at senda teldupost til rsf@rsf.fo